Felagið Føroyar-Kuba samtykti á ársaðalfundi at heita á Føroya Landsstýri at virka fyri, at US-avbyrgingin av Kuba við teirri herdu og kriminellu Helms-Burton lógini verður avtikin. Samstundis loyva vit okkum at minna á, at Kuba eftir nógv og drúgv frælsiskríggj endiliga vann sær fullveldi og frælsi við sigur kollveltingarinnar í 1959.
Nú, fjøruti ár seinni, hevur Kuba bæði fullveldi, frælsi og heimsins fremsta demokrati, men fólkið má framvegis stríðast eitt ófatuligt stríð vegna US-avbyrgingina, lívfrøðisligum og búskaparligum kríggi úr USA.
Eisini minna vit á, at avtøka av avbyrgingini hevur verið fyri á aðalfundi Sameindu Tjóða rættiliga nógvar ferðir. Tey seinnu árini hava einans tvey lond tikið undir við avbyrgingini, nevniliga USA og Ísrael.
Vit mótmæla hesum mannarættindabrotum, havandi í huga, at eitt og hvørt av heimsins londum hevur rætt til ta samfelagsskipan, fólkið vil hava. Kubanska fólkið hevur við nógvum stríði skapt sítt egna sosialistiska demokrati, sum er eindømi í heiminum, og ein fyrimynd fyri heimin allan.
Tórshavn 17. mai 1999
Nevndin
Yvirlýsingin er eisini send Bill Clinton, forseta í USA og Kofi Anan, ST-aðalskrivara.