– Felagið Bústaðir nøktar ikki bústaðartørvin

Lógaruppskot um bústaðaætlan er farið til hoyringar

– Bústaðir hevur í fleiri umførum víst á, at felagið ikki einsamalt megnar at nøkta allan bústaðatørvin í Føroyum. Tí er umráðandi at eggja privata kapitalinum at halda fram við og økja um íløgurnar í føroyska bústaðamarknaðin.

Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hetta sigur hon í sambandi við nýggjar ætlanir hjá Almannamálaráðnum um bústaðarætlanina hjá Landsstýrinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur í dag sent uppskot til broyting av løgtingslóg um Húsalánsgrunn til hoyringar. 

Við lógaruppskotinum fær almenna bústaðafelagið møguleika at fíggja bústaðabygging fyri 400 mió. kr. komandi árini. Landsstýrið vónar, at Bústaðir við fíggingini fær møguleika at fara undir fleiri nýggjar verkætlanir.

– Mett verður eisini, at javnsettu treytirnar fara at betra um møguleikarnar hjá Bústøðum at taka lut í samstørvum við privatum virkandi og stovnsligum íleggjarum og harvið økja enn meira um útboðið, verður sagt í tíðindaskrivi frá Almannamálaráðnum.

Fíggingin markað

Fyri at tryggja, at fíggingin sæst aftur kring landið, hevur landsstýrið markað tær 400 mió. kr.:

200 mió. kr. eru markaðar til almannagagnligar verkætlanir, sum verða gjørdar eftir avtalu við landsstýriskvinnuna. Talan kann eitt nú vera um búfelagsskapir ella sambýlir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar ella lestrarbústaðir.

100 mió. kr. eru markaðar til verkætlanir uttanfyri miðstaðaøkini, har tað ikki er grundarlag fyri kapping við privat virkandi.

100 mió. kr. eru ómarkaðar, men fara tær til verkætlanir í teimum økjum, har grundarlag er fyri kapping við privat virkandi, skal hetta vera á javnsettum grundarlagi.

Um fíggjarligar avleiðingarnar fyri land og kummunur verður í uppskotinum sagt:

– At Húsalánsgrunnurin fær 400 mió. kr. at byggja fyri komandi árini, fer at hava við sær hægri lønargjaldingar í byggivinnuni og avleiddum vinnum, sum selja vørur og tænastur til byggivinnuna, og at land og kommunur fara at fáa fleiri skatta- og avgjaldsinntøkur. Økta útboðið av bústøðum fer væntandi at stuðla undir, at fólkavøksturin síðani 2014 heldur fram. Hetta kann skapa grundarlag fyri størri virksemi, hægri inntøkum og búskaparvøkstri, og harvið eisini størri inntøkur til landskassan og kommunukassarnar.

Ráðgeving

Eisini verður ein ráðgeving sett á stovn hjá Bústøðum.

– Ráðgevingin skal veita borgarum, kommunum, feløgum o.ø. ráðgeving um alternativar byggi- og fíggingarhættir. Endamálið við ráðgevingini er at seta gongd á onnur sløg av bústaðabygging enn sethúsa- og íbúðabygging.

Bústaðaætlanin hjá landsstýrinum fevnir harafturat um eitt alment-privat samstarv um búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi.