Vejle Boldklub taldist millum tey heilt stóru feløgini í donskum fótbólti fyrr í tíðini. Tann støðan er nú eitt sindur broytt, tí tey seinastu mongu árini hevur Vejle Boldklub ferðast millum tilveru í bestu og næstbestu deildini. Og mest av øllum hevur liðið havt eina stabila tilveru í næstbestu donsku deildini.
Felagið við teimum stoltu traditiónunum, ið hevur uppalt so stórar stjørnur í donskum fótbólti sum Allan Simonsen og John Sivebæk er nú hótt av húsagangi.
Í einum opnum brævi frá nevndini til áskoðararnir sigur nevndin at um felagið í minsta lagi ikki fær 4 milliónir krónur inn í næstum, er felagið hótt til at lukka tí professionellu deildina hjá fótbóltinum.
Føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen er ein partur av hópinum hjá Vejle Boldklub.
Viljormur Davidsen sigur seg tó onga viðmerking hava til støðuna og sigur at leikararnir einans kunnu hugsa um tann ítróttarliga partin.
- Eg havi onga viðmerking til støðuna í felagnum. Vit leikarar kunnu einans hugsa um tann ítróttarliga partin. Vit gera tað so væl sum vit kunnu til venjing og tað er eitt gott samanhald á liðnum.
- Eg vóni at felagið fær teir pengarnir inn sum mangla, tí eg trívist væl í felagnum og vit leikarar gleða okkum at spæla teir seinastu dystirnar í hesum kappingarárinum.










