Felag við 60 limum byggir bygdarhús

Nú klokkan 16 verður spakin settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í Árnafirði. Minni enn 17 ár eftir at felagið varð stovnað, verður spakin settur í til nýggja bygdarhúsið í Árnafirði leygardagin.

- Hetta er ein ótrúligur lætti, nú vit eru komin so langt, sigur formaðurin í Báruni, Atli S. Justinussen.

Hóast bert 60 limir eru í Báruni, hevur felagið havt eina sera virkna og visjonera nevnd.

Felagið varð stovnað í 1990 við ætlan um eitt bygdarhús í Árnafirði, har ikki meiri enn eini 50 fólk búgva, - tey allarflestu komin væl til árs.

Ikki øll hava trúð at ein nakrantíð fór at koma so langt. Men leygardagin kl. 16 verður ein stór løta í Árnafirði, tá spakin verður settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í bygdini.

Tað verður borgarstjórin sjálvur, Steinbjørn O. Jacobsen sum fer at gera hetta á økinum, ið felagið hevur fingið til endamálið, beint við tunnilsvegin oman til bygdina.

- Ja, hetta er ein stór løta fyri okkum, kanst tú ætla, sigur Atli Justinussen við Sosialin. Ætlanin er at byggiarbeiðið skal byrja beinanvegin.

Tvey feløg eru komin við tilboðum um útgrevsturin, og fer hann væntandi at byrja um mánaðarskiftið mars/apríl.

Greitt er longu nú, at tað verða handverkarar hjá fyritøkuni Buison í Klaksvík sum standa fyri byggingini og teir hjá Norð-El sum leggja elektrisitetið inn.

Enn er ikki greitt, nær bygdarhúsið verður liðugt.