Felag fyri ellisakfør í Fuglafirði

Týsdagin letur felagið Fuglafjarðar Ellisakfør upp í gamla timburhandlinum í Fuglafirði.

Fuglfirðingar við áhuga fyri gomlum akførum hava nú stovnað sítt egna felag. Felagið eitur Fuglafjarðar Ellisakfør, og varð stovnað 11. februar 2012. Formaður í felagnum er Jim á Horni.

Síðan felagið varð stovnað, hava limirnir arbeitt við at fáa hølið og at seta tað í stand. Teir eru slopnir inn í gamla timburhandilin beint við Ribarhús, ið hýsir gallaríi, heimavirki og bátasavni.

Størsta arbeiðið hevur verið at rudda og klæða høllina innan. Køkur, wc og gott felagshøli er eisini í høllini. Umframt gamlar bilar, knallertir og motorsúkklir verður bæði framsýning hjá Dugna og málningaframsýning í hølunum. Latið verður upp týsdagin 18. september, og síðan verður opið hvønn dag í mentanarvikuni.