Eina ferð í dag fær Hondbóltssambandið eina áheitan frá í øllum førum 11 av 14 hondbóltsfeløgum, har ynski verður sett fram um at víðka bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum, so tær í mesta lagi telja átta lið. Feløgini eru samd um, at ráð snøgt sagt ikki eru til, at hondbólts-Føroyar gerast minni.
Hetta var úrslitið av einum fundi, sum hondbóltsfeløgini í gjárkvøldið høvdu í ÍSF-húsinum. Feløgini hava áður ynskt at fingið í lag ein limafund um málið, men tá innkallingin til slíkan fund dró út, tóku feløgini sjálvt stig til eina beinleiðis áheitan.
– Vit vóru samd um, at neyðugt var at koma við hesi áheitan undan dystunum um vikuskiftið, tí vit hildu ikki, at tað bar til at bíða longur, sigur Gunn Ellefsen, næstformaður í H71, sum hevði staðið fyri innkallingini til fundin, har eini 20 fólk vóru møtt.
– Semja var um, at hetta var eitt mál, ið feløgini áttu at taka avgerð um, og í áheitanini stendur ikki meira enn tað, at hetta ynskja feløgini. Nærri treytir fyri, hvussu deildirnar skulu víðkast, mugu viðgerast á einum limafundi, sum Hondbóltssambandið kallar inn til.
Vilja hyggja at tí
Hondbóltssambandið boðaði annars herfyri frá, at ætlanin ikki var at taka málið upp til viðgerðar fyrr enn eftir kappingina, men hesum eru feløgini ímóti, tí tey vilja hava eina avgerð um talið á liðum í Sunset- og Atlantic Airways-kappingunum sum skjótast.
– Tað gjørdu vit, tí vit ikki vildu taka spenningin úr kappingini. Og tá kappingin varð broytt til tað, sum hon er nú, var tað eisini eftir eina lokna kapping, at tann avgerðin varð tikin. Tí hildu vit tað vera rættast, at vit gjørdu upp á sama máta, um nakað skuldi broytast aftur, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, sum vísir á, at kappingin verður eftirmett á hvørjum ári.
Hann hevði enn ikki sæð ella fingið áheitanina frá hondbóltsfeløgunum, tá vit tosaðu við hann fyrrapartin, so hann fekk illa gjørt ítøkiligar viðmerkingar til hana. – Men eg kann siga so mikið, at vilja feløgini hava broytingar framdar nú, so vilja vit sjálvandi hyggja at tí, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum.