Teir næstu dagarnar er tað týdningarmikið, at fótbóltsfeløgini, sum eru umboðað í bestu deildini, nýta tíð uppá minstukrøvini. Hetta er eitt lutfalsliga nýtt hugtak í føroyskum fótbólti. Men tað er týdningarmikið, at feløgini taka hetta í álvara.
Feløgini fingu á aðalfundinum leygardagin eina loyvishondbók. Í henni eru minstukrøvini ásett, sum UEFA hevur sett øllum feløgunum, sum ætla sær at luttaka í skipaðum fótbóltskappingum. FSF hevur syrgt fyri, at bókin og harvið krøvini eru umsett til føroyskt.
Minstukrøvini hjá UEFA verða sett í gildi í øllum limalondunum samstundis. Tað eru kortini ikki heilt tey somu krøvini í øllum limalondunum. Krøvini eru lagað eitt sindur eftir umstøðunum. Eitt nú verða krøvini til trygd í Føroyum ikki heilt tey somu, sum tey eru so mangar aðra staðni.
Í FSF er tað varaaðalskrivarin, Fríði B. Nielsen, sum fer at taka sær av hesum málsøkinum. Sambært skriv frá FSF og til feløgini er mannagongdin tann, at fótbóltsfeløgini skulu søkja um loyvi at taka lut í føroysku landskappingini. Fyri at fáa játtandi svar upp á umsóknina mugu feløgini lúka minstu krøvini hjá UEFA. Hetta er tað, sum eisini verður nevnt UEFA loyvisskipanin. Fyri 2004 eru tað bara feløg, sum spæla í 1. deild, sum tað verður kravt av, at tey skulu lúka minstukrøvini og tískil skulu senda umsókn inn um loyvi at taka lut í kappingini.
Umsóknarbløðini skulu vera FSF í hendi aftur í seinasta lagið týsdagin 9. mars. FSF bjóðar sær til at vegleiða feløgunum, tá ið tey fyri fyrstu ferð skulu útfylla bløðini.
Í FSF fer ein loyisnevnd at verða sett. Tað verður henda nevndin, sum fer at kanna umsóknirnar hjá einstøku feløgunum og at gera av, um feløgini eru skipað og umsitin soleiðis, sum tað verður lagt upp til og kravt í loyvis hondbókini.
Í fyrstu atløgu verður ikki roknað við, at minstu krøvini fara at kosta føroysku feløgunum nógvar pengar. Krøvini hava við fyrisiting og fíggjarligt gjøgnumskygni at gera. Hetta eru krøv, sum flestu feløgini í fremstu røð longu hava fyrireikað seg til.
Tey krøvini, sum fara at kosta pengar, hava við umstøðurnar hjá áskoðarunum at gera. Tað verður mett sannlíkt, at feløgini fara at fáa møguleika at spæla altjóða heimadystir ? tað vil siga í Europa Cup kappingum ? tá ið graslíkisvallirnir av triðja ættarliðnum, sum teir verða nevndir, eru góðkendir. Tá fer UEFA at krevja, at tað kring vallirnar fara at vera 300 sitipláss, og at helmingurin av teimum skulu vera undir taki.









