Feløgini mugu styrkjast

Høgni í Stórustovu sigur, at honum hevði dámt betur, um útmeldingin um hansara uppstilling var úti í góðari tíð. Hetta tí hann heldur, at føroyskur fótbóltur meira enn nakað hevur brúk fyri einum grundleggjandi kjaki

Fótbóltur

 

Nýggi kandidaturin til ovasta FSF-sessin hevur í eina tíð umhugsað, um hann skuldi stillað upp til valið.

- Tá fleiri feløg heittu á meg um at stilla upp, so var hetta sjálvandi nakað, sum eg umhugsaði. Sjálvur vildi eg fegin, at hendan útmeldingin var komin alt fyri eitt. Tí tað hevði kunnað skapt eitt kjak um føroyskan fótbólt. Og um hvat tað var, sum partarnir hava at føra fram.

- Feløgini handan uppstillingina vildu tó hava meg at bíða við almannakunngerðini, til vit vóru beint undan evstamarki. Og í gjár boðaði eg so starvsnevndarfeløgum mínum frá avgerðini. Og segði samstundis við tey feløgini, sum skutu meg upp, at eg taki av møguleikanum.

 

Mugu hjálpa feløgunum

Um orsøkina til, at Høgni í Stórustovu heldur seg framat heita stólinum, sigur hann, at hann sum so ikki hevur so nógv størri ætlanir, enn hann so leingi hevur havt.

- Eg havi sagt tað áður. Føroyskur fótbóltur hevur seinnu árini staðið á einum stórum vegamóti. Flestu feløgini eru serstakliga hart spent bæði fíggjar- og umsitingarliga, og vit síggja, hvussu títt útskiftingin av nevndarlimunum er.

- Og har er FSF nærmasti parturin at varpa ljós á trupulleikarnar og hjálpa feløgunum. Vit eiga at steðga á fyri líka sum at vita, hvønn veg føroyskur fótbóltur skal fara. Sjálvandi skulu vit hava ambitiónir, men hesar mugu eisini hava hald í veruleikanum. Tí mugu vit at kalla taka pulsin hjá einstøku feløgunum, og síðani royna at leggja okkara egna støði eftir hesum.

 

Ikki bara pengar

Fyri tveimum árum síðani var ein øktur fíggjarligur stuðul til feløgini millum málini, sum Birgir Enghamar nevndi í sínum valdysti. Men fíggjarligur stuðul í sjálvum sær er ikki tað, sum Høgni í Stórustovu sær sum loysnina upp á trupulleikan hjá feløgunum.

- Fyrst og fremst haldi eg, at førleikarnir úti í feløgunum eiga at styrkjast. Við at traðka inn í altjóða fótbóltsheimin hava feløgini samstundis fingið hópin av krøvum, sum tey skulu lúka. Og tí er heilt víst tørvur á at styrkja umsitingarliga partin so ella so. Vit hava havt nøkur keðilig mál, og tað er væl hugsandi, at hesi als ikki høvdu verið, um feløgini vóru betur fyri á leiðslusíðuni.

- Og so ræður sjálvandi um, at feløgini ikki spenna seg meira, enn gott er. Stutt sagt, so er føroyskur fóbtóltur noyddur til at røkta seg sjálvan. Fíggjarliga og umsitingarliga mugu vit fáa skil á, um ikki stórur partur av framda arbeiðinum skal detta niðurfyri, sigur Høgni í Stórustovu.