Feløgini hoykna undan

Ov høg krøv og at kalla eingin smidligheit. Tað tykist vera niðurstøðan hjá føroyskum ítróttarfeløgunum. Sagt verður, at tað bert er ein spurningur um tíð, hvussu leingi feløgini orka at fáast við tunga útlendingamálið

Útlendingar

Ítróttarfólk og -venjarar skulu forvinna í minsta 2.096,60 kr. um vikuna (8.805,53 um mánaðin) frá ítróttararbeiðinum fyri at kunna fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Samstundis skulu hesi í mesta lagi forvinna 1.935,40 kr. um vikuna (8.128,50 kr. um mánaðin) frá framíhjástarvi í aðrari vinnu enn ítróttararbeiði.
Soleiðis var orðaljóðið í seravtaluni, sum varð gjørd um útlendsk ítróttarfólk, tá politisk semja at enda varð gjørd um, hvussu hesin bólkur av útlendingum skuldi viðgerast í samband við umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Tann semjan varð fingin í lag 30. september 2004, og var hetta ein av knútunum, sum komu í ljósmála, tá útlendingakjakið av álvara tók seg upp á heysti 2003.

Ov høg minstukrøv
Ivaleyst mundu flestu politikarar halda - og helst eisini vóna - at tann parturin av útlendingaøkinum var vorðin greiðari og smidligari við hesum. Men tað munnu tó vera langt ífrá øll ítróttarfeløg í landinum, sum eru samd í hesum:
- Greiðari kanska, men ikki smidligari. Og næstan ógjørlig at liva upp til.
Somikið kontant eru boðini úr fleiri av feløgunum, sum vit hava tosað við um málið. Trupulleikin tykist púra greitt vera, at krøvini um inntøku frá ítróttarfeløgunum eru sett somikið høgt, at tað er sera trupult hjá feløgunum at hóra undan hesum. Snøgt sagt, so hava feløgini ikki ráð at hava fleiri útlendingar í starvi fyri nærum 9.000 kr. um mánaðin.
Samstundis verður trupulleikin gjørdur enn størri, tá talan er um mestaforvinning hjá øðrum arbeiðsgevara. Tað merkir, at arbeiðsgevarar í mesta lagi kunnu seta hesi somu fólk í hálvtíðarstarv, og eisini tað kann skapa trupulleikar. Hetta tí arbeiðsgevarin í allar flestu førum heldur vil hava fólkini í starvi fulla tíð. Og hóast talan kann verða um skiftandi arbeiðstørv - t.d. á einum flakavirki - so nyttar lítið at hava starvsfólk, sum hava eitt lógarfest mark á tímatalinum. Altso har starvsfólkið noyðist at siga nei til arbeiði, hóast tey fegin vilja til arbeiðis. Og hóast arbeiðsgevarin í summum førum nærum skríggjar eftir arbeiðsmegi.

Smidligheitin
Orðaljóðið í avtaluni millum Bertel Haarder og Jógvan við Keldu staðfestir ikki, at talan er um serliga smidliga skipan. Men politiski boðskapurin ta ferðina var klokkuklárur tann vegin. Og hóast semja var um, at krøvini vóru í yvirkantinum, so var avmarkað gleði at hóma í føroyskum ítrótti, nú ein serskipan hóast alt var fingin í rættlag.
Men tað man tó vera so sum so við smidligheitini. Dømi eru um, at tað framvegir tekur meira enn hálvt ár at fáa neyðugu arbeiðs- og uppihaldsloyvini. Og tað er nakað nógv meira, enn feløgini kunnu liva við at kalla.
Samstundis er í lógartekstinum ásett, at venjarar og ítróttarfólk kunnu vænta at verða send av landinum, eru tey farin undir virksemið, áðrenn endaligu loyvini eru fingin í rættlag. Í nógvum førum hevur praksis annars verið, at tá umsóknin er send inn, verður farið til verka. Tann leisturin er tó ikki í lagi sambært lógartekstinum, og skal bíðast í hálvt ár, hvørja ferð umsókn verður latin inn, fáa ítróttarfeløgini illa arbeitt yvirhøvur. Tað merkir í veruleikanum, at hond- og flogbóltsfeløg longu nú skulu gera avtalur við útlendskar spælarar fyri komandi kappingarár. Og tað er ein uppgáva, sum er meira ella minni vónleys hjá føroyskum ítrótti.
Tí kann avleiðingin væl verða, at talan í veruleikanum gerst um eitt útlendingastopp, áðrenn alt ov leingi. Eitt stopp, sum meira ella minni er avleitt av umsingar- og fíggjarligu hørðu krøvunum, sum føroysk ítróttarfeløg skulu liva upp til.
Fyrsti dómurin um ólógliga arbeiðsgevaraváttan fall longu í heyst, tá HB-formaðurin fekk treytaðan dóm á sín kappa. Næstu dómsviðgerðirnar eru í væntu, og so er spurningurin, hvussu leingi leikfólkini, sum standa handan flestu ítróttarfeløgini tíma og orka at fáast við lógartekstin.