Fyri einari viku síðani hittust tilsamans eini 20 umboð fyri flestu av hondbóltsfeløgunum á fundi í ÍSF-húsinum, sum endaði við, at 11 av 14 feløgunum sendu Hondbóltssambandinum eina áheitan við ynski um at víðka bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum, so tær í mesta lagi telja átta lið. Sum nú er, eru seks lið í bæði Sunset- og Atlantic Airways-kappingini.
– Semja er um, at hetta er eitt mál, ið feløgini áttu at taka avgerð um, og í áheitanini stendur ikki meira enn tað, at hetta ynskja feløgini. Nærri treytir fyri, hvussu deildirnar skulu víðkast, mugu viðgerast á einum limafundi, sum Hondbóltssambandið kallar inn til, segði Gunn Ellefsen, næstformaður í H71, sum stóð fyri innkallingini til fundin.
Síðani hevur Hondbóltssambandið viðgjørt áheitanina á starvsnevndarfundi, har eisini kappingarnevndin var umboðað, og burtur úr hesum er komin ein innkalling til limafund, sum er settur at vera leygarmorgunin 20. mars klokkan 10. Í sambandi við fundin hevur starvsnevndin heitt á kappingarnevndina um at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til limafundin.
– Starvsnevndin tekur til eftirtektar støðuna hjá feløgunum, sum eru komin ásamt um at boða starvsnevndini frá, at tey vilja hava, at leisturin í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini skal takast til viðgerðar, eitt nú at møguleiki skal vera at víðka deildina til átta lið, sigur starvsnevndin, sum sostatt hevur tikið til eftirtektar áheitanina frá feløgunum um limafund, so víðkanin kann verða viðgjørd.
Sjey lið næsta ár
Av tí at so mong av feløgunum standa aftan fyri áheitanina, er annað ikki hugsandi, enn at tær báðar bestu hondbóltsdeildirnar komandi kappingarár verða víðkaðar úr seks upp í sjey lið.
Í øllum førum verður Atlantic Airways-deildin ikki víðkað upp í meira enn sjey lið, tí har eru ikki fleiri, ið kunnu roknast sum potentiell lið í bestu deildini. Hjá kvinnunum er møguleiki helst fyri átta liðum, um undirtøka fæst fyri tí, men tað verður helst ein av spurningunum, ið feløgini vilja umrøða væl og virðiliga á limafundinum, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin um tað.
Skuldi tað óvæntaða hent, at semja ikki fekst um at umskipa Sunset- og Atlantic Airways-kappingina, verður tað hjá kvinnunum VB, sum flytur niður úr bestu deildini, meðan Kyndil flytir upp. Hjá monnunum verður so Team Klaksvík uppflytari, meðan annaðhvørt VÍF, StÍF, KÍF, Kyndil ella H71 noyðist at flyta eina deild niður.










