Tað verður roknað við, at Fótbóltssambandið árliga fer at fáa 400 túsund krónur burturúr tí partinum av veddingaryvirskotinum, sum nú fer at koma úr Danmark og til Føroya.
Stjórnin í ÍSF hevur gjørt av, at FSF skal fáa tillutað 12/70 partar av samlaðu veitingini, og tað er hetta, sum verður mett at fara at verða 400 túsund krónur árliga.
Á aðalfundinum leygardagin segði Torleif Sigurðsson, at nevndin í FSF hevur samtykt, at feløgini skulu fáa størsta partin av pengunum. Roknað verður við, at trý hundrað av teimum fýra hundrað túsund krónunum skulu lutast feløgunum.
Sum grundgjald fer hvørt limafelag í FSF at fáa fimm túsund krónur, ið standa at verða markaðar til menning av samskipanarvirksemi. Fimm hundrað krónur verða latnar fyri hvørt ungdómslið, sum feløgini eru umboðað við í kappingini.
Harafturat er tað partur av samtyktini, at venjaratalið í ungdómsdeildunum skal ávirka veitingina. Treytin fyri at fáa pengar fyri venjararnar er, at venjararnir hava venjaraútbúgving. Um ein venjari bert hevur A grundskeiði, so fær felagið eitt hundrað krónur fyri hann. Um venjarin hevur lokið øll fimm grundskeiðini, so fær felagið fýra hundrað krónur fyri hann, og um venjarin harafturat hevur lokið prógv sum ungdómsvenjari, so verður útgoldna upphæddin átta hundrað krónur.
Feløgini fáa eisini pengar fyri hvønn virknan dómara, sum hevur dómaraútbúgving. Upphæddin fyri hvønn verður fimm hundrað krónur.
Á aðalfundinum leygardagin fingu feløgini skjal, sum skal útfyllast og sendast FSF innan 1. oktober í kappingarárinum. Eftir at útfylta skjalið, sum skal undirskrivast av leiðsluni í felagnum, er góðkent í FSF, verða pengarnir góðskrivaðir kono felagsins hjá FSF.
jh