Upphavsrættur
Vilja feløgini ikki spæla við, so hava hvørki ÍSF ella FSF loyvi at gera nakra avtalu um rættin at senda ljóð ella myndir frá bestu føroysku fótbóltsdeildini. Somikið greið eru boðini frá Jógvan Páll Lassen, sakførara.
Orsøkin til spurningin skal finnast í greinum, sum vit skrivaðu her í blaðnum fyri tveimum vikum síðani. Her var spurningurin, hvørt tað skuldi eydnast Kringvarpinum at fáa eina avtalu við ÍSF, soleiðis at rættindini at senda ljóð og myndir frá dystum í Formula-deildini framvegis kunnu vera hjá almenna stovninum. Stóri knúturin her hevur verið, at almennu loftmiðlarnir konsekvent hava sýtt fyri at nýta heiti sum t.d. Formula-deildin í sínum sendingum. Ein støða, sum væl kann hava við sær, at FSF missir stóran sponsorsáttmála. Og tí segði FSF seg undir verandi fortreytum hava ringan hug at ganga undir eina kollektiva avtalu millum ÍSF og Kringvarpið.
Feløgini hava bóltin
Stutt eftir hetta sendi KÍ út tíðindaskriv, har felagið sigur seg ikki kunna góðtaka framferðarháttin hjá ÍSF. Og at tey vilja hava, at tað skal verða FSF, sum skal samráðast vegna feløgini.
Og er hetta støðan hjá KÍ, so kunna hvørki ÍSF ella FSF í veruleikanum ikki gera tað heilt stóra.
- At skipa fyri ítróttartiltøkum er ein partur av lógini um upphavsrætt. Og í so máta eru slíkir dystir vardir á sama hátt, sum eitt nú konsertir, sjónleikir v.m. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru feløgini, sum suverent hava ræisrætt á, hvør - ella um nakar - sleppur at senda ella taka upp, tá slíkar hendingar fara fram.
- Lógin um upphavsrætt er klokkuklár í so máta, og hon varð eisini uppstrammað í 2001. Tað vil so siga, at gamla avtalan millum ÍSF og Sjónv- og Útvarpið sum so var í lagi. Men ein líknandi avtala kann ikki gerast í dag, uttan at einstøku feløgini geva sítt samtykki. Sjálvandi kann til dømis KÍ ikki her og nú bara siga seg úr eini avtalu, sum teir hava verið partur av. Men teir kunnu nokta at fara undir eina nýggja avtalu. Og tað sama kunnu øll onnur ítróttarfeløg í landinum eisini, staðfestir sakførarin.
Kunnu eisini standa einsæris
Tað merkir í fyrstu atløgu, at FSF illa kann koma við einum bindandi svari til ÍSF, tá stjórnarfundur verður um málið í hesum mánaðinum. Í øllum førum skal FSF fyrst hava samband við øll føroysku fótbóltsfeløgini, og væntandi verður eitt slík mál ikki viðgjørt, fyrr enn í fyrsta lagi seint í heyst, tá árligi fundurin við feløgini er á skránni. Og halda vanligu mannagongdirnar, so hendir einki formligt í málinum fyrr enn á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum verður í februar mánaði.
Og í aðru atløgu er heldur ikki víst, at ein aðalfundur kann greiða málið. Ein ímyndað støða, har kanska fimm feløg ikki taka undir við eini avtalu, ger í veruleikanum, at hesi fimm feløg ikki eru partur av henni. Óansæð um ein meiriluti á aðalfundinum hevur samtykt hendan. Tí meirilutin ræður altso ikki meira enn so, at tað er einstøku feløgini, sum suverent gera av, hvør sleppur at senda ella ikki frá teirra dystum.