Feløg kunnu missa loyvið

Talan skal nú verða um munandi strangari reglur viðvíkjandi loyvisgóðkenningini, sum FSF letur føroysku fótbóltsfeløgum. Talan er um krøv, sum UEFA hevur ásett, og sum í onkrum av limalondunum hava viðført mest sum kaotiskar støður. Eitt nú í Italia, har bæði Lazio og Roma hava verið í vanda fyri at verða tveitt úr kappingini.
So galið gongur tað vónandi ikki í Føroyum. Men FSF skjýtur upp, at feløg, sum ikki lúka ásettu treytirnar, nú kunnu fáa noktað luttøkuloyvi í Formula-deildini.