Fekk uppsøgnina við postinum

Fríða Eystberg Johannsen varð mánadagin søgd úr starvinum sum leiðari fyri barnagarðin í Skopun. Hon flutti heim úr Danmark til hetta starvið, tey bygdu í heimbygd hennara, men nú verður hon helst noydd at flyta burtur aftur

Mándadagin fekk Fríða Eystberg Johannesen innskrivað bræv við postinum. Brævið var frá Skopunar kommunu, og tað var eitt ætlanarskriv um, at hon verður uppsøgd úr starvinum sum leiðari í barnagarðinum í Skopun.
Í brævinum stóð, at við tað at hon hevði verið so nógv burturi, var tað ikki haldbart fyri kommununa og barnagarðin, at hon helt fram.
Fríða Eystberg Johannesen var málleys.

Fekk stóra skurðviðgerð
Rætt er tað, at hon hevur verið nógv burturi frá arbeiði. Fyrr í ár var hon sjúkrameldað, men fór til arbeiðis aftur aftaná summarferiuna.
Í september varð hon løgd inn á sjúkrahúsið og fekk stóra skurðviðgerð og varð sjúkrameldað í tríggjar mánaðir.
- Eg var klár at byrj aftur 1. januar, sigur Fríða Eystberg Johannesen, sum tó ikki er sligin út av uppsøgnini. Skurðviðgerðin og avleiðingarnar av henni fylla framvegis so nógv í huganum.
- Alla hesa tíðina hevur kommunan ongantíð ett seg í samband við meg, eg havi onga ávaring fingið og eri ikki kallað inn til samtalu ella nakað, sigur Fríða Eystberg Johannesen.
Kommunan ætlaði at siga hana upp frá 1. desember, men tað gekk ikki, tí hon var í sjúkrafarloyvi.
Hon er ikki greið yvir, um aðrar orsøkir kunnu vera til, at hon varð søgd úr starvi.

Bein í nøsini
Eingin samanbrestur hevur verið, men Fríða Eystberg Johannesen dylir ikki, at hon og Gerhard Lognberg ikki altíð hava verið samd, og at hon er ein kvinna, sum krevur, at reglurnar skulu haldast, eitt nú tá ið starvsfólk verða sett í starv ella søgd eru starvi. Slíkt er ikki altíð líka væl dámt.
- Tað kann eisini vera, at tey halda meg kosta ov nógv, tí eg havi høgan starvsaldur, men tað hevði eg eisini, tá ið eg byrjaði.
Enn hevur hon ikki sett seg niður at hugsa um framtíðina.
Tá ið barnagarðurin læt upp fyri fýra árum síðan, søkti hon leiðarastarvið og fekk tað. Hon flutti tá úr Danmark saman við familjuni heim til Skopunar, har tey bygdu sær hús.
- Nú veit eg einki. Vit verða helst noydd at flyta aftur, tí her tími eg ikki at vera við ongum arbeiði, sigur Fríða Eystberg Johannesen, sum upplivir uppsagnina sum, at kommunan við uppsøgnini hevur traðkað á eitt liggjandi fólk.
Umframt leiðaran eru tvey onnur starvsfólk í barnagarðinum søgd úr starvi. Tær vóru báðar dagrøktarmammur, áðrenn barnagarðurin læt upp fyri fýra árum síðan og hava starvast hjá kommununi í yvir 20 ár.