Løgtingsmaðurin Jákup Mikkelsen er í góðum lag, hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður fyri eini viku síðan koyrdi hann frá sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Sjálvt um hann ikki er beiskur, hevur hann einki ímóti at koma fram við síni bersøgnu hugsan um, hvat tað var, sum hendi.
- Eg beri ikki agg men velji at hyggja frameftir, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann hyggur frameftir, men hann heldur ikki, at løgmaður bar seg sømiliga at móti sær.
- Eg legði ikki trýst á nakrastaðni fyri at koma í Tinganes. Tá ið málsøkini vóru býtt, og tað var greitt, at Jørgen Niclasen skuldi umsita fíggjarmál og Annika Olsen almannamál, var spurningurin um eg ella Jacob Vestergaard skuldi umsita fiskivinnumál. Har var eingin ósemja í flokkinum, tá ið valið fall á meg, sigur Jákup Mikkelsen.
Var eingin trupulleiki
Hann sigur, at í flokkinum varð tosað nakað um gegni hansara. Sjálvur helt hann seg ikki hava nakran gegnistrupulleika, um hann bara ikki gjørdi nakað mistak, og tað gjørdi hann ikki teir tríggjar mánaðirnar, hann var andsstýrismaður.
- Eg segði beinanvegin, at eg var ikki ógegnigur yvir fyri Hanusi Hansen, tí sambært reglunum kemur ein svágur ikki undir ógegni. Um lógin skal tulkast so, ber ikki til hjá nøkrum at vera landsstýrisfólk, tí einum so lítlum samfelag hava øll okkurt við hvønn annan at gera, sigur Jákup Mikkelsen.
Gegnið ella ógegnið hjá honum fylti nógv í summum fjølmiðlunum frá fyrsta degi, hann tók við sum landsstýrismaður. Tað heldur hann var burturvið.
Høvdu greiða avtalu
- Fólkaflokkurin hevði eina greiða avtalu við løgmann um, at um málið við mínum gegni fór at órógva arbeiði í Fiskimálaráðnum, skuldi mín prsónur ikki standa í vegin, og løgmaður skuldi flyta málið til sin ella annan landsstýrismann at avgreiða, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir aftur, at tað var løgmaður, sum stóð aftan fyri alla umrøðuna um gegnið. Hvør tað so var fæst hann ikki at siga, men tað vóru fólk, sum fegin vildu halda lív í tí málinum, sigur hann.
Løgmaður trýstur
Jákup Mikkelsen heldur, at hann varð sagdur úr starvi, tí løgmaður var undir stórum trýsti í sínum egna flokki og frá fjølmilunum.
- Tí leyp Kaj Leo Johannesen frá avtaluni viðvíkjandi gegninum. Eisini hevði løgmaður brúk fyri at markera seg, tí hann fekk so nógvar atfinningar fyri, at tað var Fólkaflokkurin, sum stýrdi.
Jákup Mikkelsen helt seg ikki gera nakað skeivt at seta kunngerðina um friðing á landleiðini, tí eftir hansara tykki var kunngerðin ein beinleiðis jagstran av nøkrum fáum útróðrarmonnum, sum fiskaðu við línu.
Hann boðaði løgmanni frá, at hann fór at taka kunngerðina úr gildi, og løgmaður svaraði í einum sms-i, at hetta fór at geva løgmanni politiskar trupulleikar. Hann skrivaði eisini, at um Jákup Mikkelsen ikki tók broytingina aftur, tók hann næsta stigið.
Sms-boð um uppsøgn
- Eg spurdi, um hetta var ein hóttan, men fekk einki svar.
Morgunin eftir fekk Jákup Mikkelsen sms frá løgmanni, sum skrivaði, at hann fór at loysa Jákup Mikkelsen úr starv.
Jákup Mikkelsen heldur, at løgmaður handlaði í óðum verkum, tí fyrst om á heimasíðuna, at Jákup Mikkelsen sjálvur hevði sagt seg úr starvi, og síðan varð tað rættað til, at løgmaður hevði loyst hann úr starvi.
- Haraftrat fór løgmaður í skundi og setti kunngerðina um friðing aftur í gildi, og tað kundi ikki bíða, til nýggjur landsstýrismaður var valdur.
Órættvíst
- Eg kendi tað sum, at løgmaður var sera órættvísur móti mær. Hann sveik meg tvær ferðir, bæði í spurninginum og um gegnið, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur, at løgmaður gjørdi hetta, tí hann sá tað sum ein møguleika at geva fólki ta fatan, at hann var maður fyri at seta fólkafloksmenn upp á pláss. Og fyri at vinna sær politiskan vinning, tí hann var undir so stórum trýsti.
Skundaði sær
Jákup Mikkelsen nevnir eitt annað prógv um, at løgmaður leyp frramav.
Og tað var tá ið hann fór til Danmarkar fyri at fáa størri blokk.
- Fólkaflokkurin hevði tá fingið fleiri stór mál í gjøgnum, og løgmaður skundaði sær til Danmarkar í royndini at fáa okkurt burturúr. Vit søgdu við hann, at tað fór ikki at eydnast, og at vit fóru ikki at taka undir við hækkanini av blokkinum.
- Løgmaður skundaði eisini sær so at loysa meg úr starvi, fyri at eg ikki skuldi fáa stundir at siga upp sjálvur.
Jákup Mikkelsen sigur, at tað vóru tríggjir góðir mánaðir, hann fekk í Fiskimálaráðnum millum dugnalig starvsfólk.
Tá ið hann varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, tók hann yvir sum formaður í tingbólki Fólkafloksins, bleiv formaður í uttanalndsnevndini og fekk sess í figjarnevndini.
- Tað er alt gott, men tað var ikki minni spennandi at vera fiskimálaráðharri.
Verri samstarv
Tá ið Jákup Mikkelsen fór frá, segði hann í eini viðmerking, at uppsøgnin fór at fáa avleiðingar.
Harvið meinti hann ikki við samgonguslit.
- Men tá ið løgmaður ger slíkt, fær tað ávirkan á samstarvi so ella so, men mín persónur vigar ikki mest, og vit mugu alla tíðina minnast til, at vit skulu tæna fólkinum, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann hevur einki frætt aftur frá løgmanni, síðan uppsøgnin kom í sms-boðum fyri viku síðan.
Eingin skrivlig uppsøgn er komin enn.