Fekk tvey lík í trolið

Alt bendir á, at eini hjún, sum hvurvu í Danmark í summar, eru funnin Løgreglan er rættiliga vís í, at tað eru líkini av hjúnunum Ruth og Finn Teisen, sum ein lítil trolbátur fekk í trolið seinnapartin í gjár.

Løgreglan á Fyn sigur, at tað er rættiliga vist, at talan er um tey bæði hjúnini, sjálvt um tað ikki er staðfest enn.

Ruth og Finn Teisen, sum vóru av oynni Strynø, hvurvu í summar, eftir at tey høvdu møtt einum manni, sum skuldi keypa stuttleikabát teirra. Maðurin varð seinni tikin og viðgekk, at hann hevði stungið tey bæði og tveitt líkini í havið.