Ein 48 ára gamal maður í Týsklandi, sum er ákærdur fyri at hava misbrúkt tvey av sínum egnu børnum og eina stjúkdóttir kynsliga, skal í rættin í dag. Maðurin, sum fjølmiðlarnir umrøða sum Detlef S., er eisini ákærdur fyri at hava fingið átta børn við stjúkdóttirini.
Løgreglan sigur, at maðurin er ákærdur fyri 350 tilburðir av kynsligum ágangi ímóti soninum, dóttirini og stjúkdóttirini í árunum frá 1987 til 2010. Harafturat er hann ákærdur fyri at hava noytt genturnar til kynsligt samband við aðrar menn fyri pengar.
Ein av grannunum sigur við blaðið Rhein Zeitung, at í grannalagnum tosaðu tey ofta um, hvussu nógv børnini hjá stjúkdóttirini líktust Detlef S. Nú hava DNA-royndir staðfest, at hann er pápi teirra.
Detlef S. varð handtikin tann 10. august í fjør og hevur sitið í varðhaldi síðani. Rættarmálið ímóti honum verður í býnum Koblenz og byrjar í dag.