Tað gekk skjótt fyri seg, tá nýggjur nevndarformaður skuldi veljast til føroyska flogfelagið. Í hvussu er sambært høvuðspersóninum sjálvum.
- Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja.
Tað sigur Niels Mortensen, sum formliga tók við sum nevndarformaður á aðalfundinum 8. mars í fjør.
Sum greitt frá í aðrari grein her á síðuni, so var Bergur Poulsen til samrøðu við setanarbólkin, har hann varð spurdur um hann vildi vera nevndarformaður.
- Eg varð boðsendur til samrøðu við hesi trý í setanarbólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen.
Øðrvísi var tó hjá Niels Mortensen.
- Nei, eg var ikki til nakra samrøðu. Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, sigur Niels Mortensen.
Í dag minnist Niels Mortensen ikki neyvt, nær hann fekk fyrispurningin frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
- Men tað var umleið ein til tveir mánaðir áðrenn aðalfundin, sigur Niels Mortensen.
Spennandi
Sambært Niels Mortensen var tað ein spennandi uppgáva, ið honum stóð í boði.
- Atlantsflog er eitt spennandi felag, sum eisini hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. So tí var hetta ein spennandi uppgáva fyri meg, sigur Niels Mortensen, sum tí tók av tilboðnum frá Johan Dahl.
Sjálvur hevur hann onga frágreiðing til, hví valið fall á hann.
- Tað mást tú spyrja Johan Dahl um, svarar Niels Mortensen.
Í síni higartil stuttu tíð sum nevndarformaður fyri Atlantsflog hevur hann framt eitt stjóraskifti í felagnum, Jørgen Holme er komin inn fyri Magna Arge, og harumframt hevur Niels Mortensen í fleiri umførum verið fyri atfinningum frá størsta privata partaeigaranum. Adrian Noskwith hevur í almennum brævi biðið um fund við nevndarformannin.
- Eg eri settur at umboða allar partaeigararnar. Eg havi sagt við Adrian Noskwith, at hann kann koma til Føroya ein túr, og so taka vit ein fund, sigur Niels Mortensen.
Sambært nevndarformanninum hevur Noskwith enn ikki svarað tilboðnum.