Fekk teldubræv frá víðagitnum tónleikara

Nakað herfyri fekk 20 ára gamli Bárður Háberg úr Havn eitt teldubræv frá víðagitnum tónleikara

Jákup Bogi Joensen



Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingur fær teldubræv frá víðagitnum tónleikara. Men hetta upplivdi 20 ára gamli Bárður Háberg úr Havn herfyri. Talan er um eitt teldubræv frá tónleikaranum, Jay Oliver, sum tey flestu, við áhuga fyri tónleiki, kenna úr bólkinum hjá kenda trummusláaranum, David Weckl.

Bárður Háberg var sum vera man ovurfegin, tá hann fekk teldubrævið frá Jay Oliver.

- Eg sat og spældi mær við internetið, tá eg kom fram á heimasíðuna hjá Jay Oliver og David Weckl. Eg royndi eydnuna, og skrivaði Oliver eitt bræv.

Í brævi sínum greiddi Bárður frá áhuga sínum fyri tónleiki, og seinast hevði Bárður ein fyrispurning til Jay Oliver , um tað ikki kundi verið eitt hugskot hjá honum og hansara tónleikarum at komi til Føroya.

Tað gingu bert fáir dagar, so fekk Bárður bræv aftur frá Oliver.

Í brævinum segði Oliver millum annað, at um Bárður kundi funnið fram til teir, sum fingu Toto til Føroya at spæla, og síðani fáa teir at seta seg í samband við seg, so kundið tað væl verið møguligt, at hann kom til Føroya at spæla. Oliver segði eisini, at honum dámar væl at spæla nýggj og øðrvísi støð, har hann ongantíð hevur verið áður, og tí kundu Føroyar verið eitt frálíkt høvið til tess.

Sum Yngd skilir, so vóru ávísar samráðingar millum David Weckl band, sum Jay Oliver er partur av, og tað, sum tá æt FC búðin. Táverandi leiðarin í FC búðini, hann eitur Finn Jensen, váttar fyri Yngd, at samráðingar vóru millum partarnar. Men hann leggur aftrat, at hann fór ikki at taka kjansin við at fáa David Weckl band til Føroya, fyri at spæla fyri 300 føroyskum tónleikarum. Harvið meinar Finn Jensen, at David Weckl band ikki er eins tiltrekkjandi fyri føroyskar áhoyrarar, sum eitt nú Toto eru tað.

Finn Jensen vísir tó á, at David Weckl band er ein frálíkur bólkur og kundi møguliga verið eitt gott íkast til jazz-festivalin.

Jay Oliver er kanska ikki hin mest kendi tónleikarin millum føroyskan ungdóm, men úti í heimi er hann ein sera kendur og nógv virdur tónleikari.

Listin er nærum óendaligur, men skulu vit fara at nevna nakrar av teimum tónleikarum og bólkum, sum Oliver hevur spælt við, so kunnu vit nevna guitarleikaran, Peter Mayer og bólkin Air Play. Millum mest spennandi nøvnini kunnu vit nevna Sheryl Crow.

Hann eigur so avgjørt sín lut í, at hon er vorðin so kend víða um, og hann er kanska størsta orsøk til, at hon hevur vunnið sær so stóran heiður og æru. Tað var nevnliga Oliver, sum fann fram til Sheryl Crow, og fekk hana so langt fram á altjóða tónleikapallin.




From: jjoliver@aol.com

To: bardur@hotmail.com


Bárður


Thanks for teh support !!

We are touring Europe this coming October/November, and I think we will be doing some Scandinavina dates... so I guess there´s a possibiliity we could play the Faroe Islands. It´s ultimately up to the promoters.. but if you van find the promoter that booked TOTO, and they are interested in booking us, then please connect them with me here, and I will immediatly connect them with our agensy. I would love to play somwhere new...

By the way, the mew Play-Along book/cd is shipping, and we can ship anywhere. So, if you´re interested, checkout the website for info... theplayerscircle.com


Thanks again, Bárður


- jay