Fekk stóran gullfisk á tráðu

Fiskurin verður brúktur sum príðisfiskur í hyljum við eitt nú matstovur, keypsmiðstøðir og í náttúruøkjum.

 

Teir vóru farnir at fiska síl, og meðan teir stóðu við vatnið, sóu teir okkurt reyðgult í vatninum, sum vísti seg at vera fiskur. Thomas Hille og Martin Øen í Noregi hildu, at teir skuldu royna, um teir kundu fáa fatur í einum av fiskunum. 

Hendingin fór fram við eitt vatn uttan fyri Bergen. Thomas Hille slongdi út ein fluguhúk til reyðgulu fiskarnar. Tað tók onga tíð, so tók ein av fiskunum á fluguna. Hesin slapp tó leysur aftur av húkinum.

Men, í øðrum lagi eydnaðist tað, og hesaferð fekk Thomas Hille ein stóran gullfisk. - Vit vístu onkrum, sum var um hesar leiðir, fiskin. Tey hildu, at talan kanska var um akvariumfiskar, sum vóru sleptir út í vatnið.

Fiskeavisen í Noregi skrivar, at fiskurin seinni er eyðmerktur til at vera av sonevndu karpa-ættini. Hann verður brúktur sum príðisfiskur í hyljum við eitt nú matstovur, keypsmiðstøðir og í náttúruøkjum.

- Fiskurin er settur út í vøtn kring um í Noregi, har hann livir væl og nørist, skrivar Fiskeavisen.

##med2##