Fekk stóra bót og løgreglumannin

Í staðin fyri at øsa seg um stóru bótina, gjørdist kvinnan, sum telist millum bestseljarar av norskum bókum, forelskað í løgreglumanninum, og nú hava tey bæði hildið jól saman.

Seint í august í ár fekk rithøvundurin, 42 ára gamla Bjørg Thorhallsdottir, eina bót á 7.000 krónur fyri at koyra alt ov skjótt í Oslo. Tað var ein løgreglumaður á motorsúklu, sum steðgaði henni, men í staðin fyri at øsa seg um bótina, gjørdist kvinnan forelskað á staðnum.

 

Nú - fýra mánaðar seinni - hava Bjørg Thorhallsdottir og 36 ára gamli løgreglumaðurin, Johan Benitez, hildið jól saman, og tey hava ætlanir um at flyta saman. Bjørg Thorhallsdottir er annars kend sum ein av best seljandi rithøvundum í Noregi.

 

- Løgreglumaðurin á motorsúkluni peikaði meg inn til síðuna. Eg steðgaði og varð sitandi í bilinum. Hann tók hjálmin av høvdinum og tað fyrsta, hann segði við meg, var, at eg koyrdi sum eitt “svín”.

 

Løgreglumaðurin greiddi nú kvinnuni frá, hví tað er so týdningarmikið at halda ferðahámarkið, men hon hugsaði bara um, hvussu gott hann sá út, sigur norska kvinnan við www.vg.no. Bjørg Thorhallsdottir fekk bótina á staðnum, og síðan koyrdi løgreglumaðurin avstað.

 

- Eg fór at leita eftir honum á Facebook og spurdi hann, hvar eg skuldi koyra eyka skjótt, so hann kundi koma eftir mær aftur, sigur Bjørg Thorhallsdottir brosandi við www.vg.no

 

Tey bæði møttust stutt eftir, og tá varð eftir ongari tíð fast millum tey bæði. Bjørg Thorhallsdottir, sum er einkja og eigur ein son, sum er 14 ára gamal, sigur seg vóna, at henda søgan kann verða við til at geva øðrum íblástur, sum hon tekur til.

 

- Tá tú merkir, at talan kann vera um kærleika, eigur tú ikki at óttast, tí í ringasta føri fært tú eitt nei, sigur rithøvundurin, sum í løtuni er aktuell við bókunum, “Tú ert sterkari enn tú heldur” og “Magisk jól”, og báðar bøkurnar sambært vg.no hava verið á bestseljara-listanum í Noregi.