Fiskiskapur
Tað var við ikki sørt av bjartskygni, at menn seinasta summar tóku seg saman at keypa ein rækjutrolara afturat í føroyiskaflotan.
Men tíverri hava vónirnar ikki hildið, tí Hvannaberg hevur fingið so ringa byrjan, sum hugsast kundi.
Tað vil siga, at tað allarfyrstu tíðina sá væl út.
?Hvannaberg fór til fiskiskap í juli og longu síðst í august var hann í Føroyum við fullari last, 235 tonsum, sigur Jákup Olsen, reiðari.
Men síðani hevur gingið av skriðuni.
Fyrst hendi tað, at Hvannaberg fekk maskinbrek og lá í vikur í Svalbard og bíðaði eftir eykalutum. Og tá í hann fórut aftur, kom hann at liggja fastur í ísi í langa tíð.
?Veðrið við Svaldbard hevur verið heilt óvanligt, tí ísurin kom longu í november,. Hetta komst, at hann lá av útnyrðingi í fleiri vikur út í eitt og tað førdi ísin við sær. Annars plagar ísurin ikki at koma, fyrrenn nú í januar og februar
Jákup Olsen sigur, at avleiðingin av tí hevur verið, at síðani í august, hevur Hvanaberg bara avreitt tvær lítlar lastir uppá eini 70 tons hvør.
?Á veg heim, gekk maskinan aftur fyri og nú hevur skipasýnið kravt, at motorurin verður tikin í botn.
Jákup Olsen sigur, at tí hevur báturin ligið á Havnini í eina tíð, men tað arbeiðið er liðugt nú.
?Ætlanin er at royndarkoyra motorarnar í dag.
Nær Hvannaberg fer asvtað aftur, er óvist.
?Vit hava bara leiðirnar við Svaldbard at royna á og har eru ikki líkindi hjá so lítlum báti sum Hvannaberg hesa árstíðina.
Reiðarin sigur, farið verður tískil ikki avstað, fyrrenn líkindini eru betri.
?At fara upp til Svaldbard at leggja seg fastan í ísi, tænir ongum endamáli, tí tað er bara at brenna olju. So kunnu vit tað sama liggja í Føroyum, sigur hann.
Jákup Olsen avsannar sostatt eisini tíðindini um, at Hvannaberg longu skal vera lagdur sum tann fyrsti trolarin í hoyknar undan í kreppuni í rækjuflotanum.
?Vit liggja, tí vit hava umvælt motorin Og vit fara, tá ið líkindi eru til tess, sigur hann.
Mugu hava tíðaravmarkan stuðul
Men Jákup Olsen viðgongur, at støðan hjá Hvannanberg er spent, eins og hjá øllum hinum rækjutrolarunum, tí fiskiskapurin hevur verið lítil og prísiurin sera lágur.
Tí heldur hann, at Landsstýrið eigur at umhugsa at lata bátunum ein tíðaravmarkaðan stuðul, eitt nú til at keypa olju fyri.
-?Ella er støðan tann, at vit vilja aftur í ta støðu sum var fyri nøkrum árum síðani, tá ið ein stóru partur av okkara nýggjastu skipunum vórðu latin av landinum fyri onki. So kunnu politisku myndugleikarnir saktans sóla sær í, at teir hava eina greiða støðu, men spurningurin er, hvat teir fáa burturúr tí, tá ið avtornar.
Hann vísir á, at í øllum londum verður stuðul latin av ymsum slagi fyri at halda vinnuni gangandi, men mangan er hesin stuðulin krógvaður meiri og minni, ikki minst í ES.
? Vit liva ikki av stuðuli, men hetta er ein partur av okkara høvuðsvinnu okkara og tað nyttar onki at kappa vinnuna av um knøini, tí viðhvbørt er neyðugt at stuðla í eina tíð fyri at ein vinna ikki skal missa fótafestið, sigur Jákup Olsen.
? Heldur hendan støðan fram, gongur tað ikki leingi afturat, leggur hann afturat.