Fekk skaða av smágróti á vegnum

Løgreglan veit ikki, hvør hevur mist tað úr lastini

Í gjár fekk ein bilur skaða, tá ið hann koyrdi á smágrót, sum lá á vegnum á Villingardalsvegnum í Havn.

Tað er nógv ferðsla við smágróti eftir Villingardalsvegnum í sambandi við eina útstykking á Blómubrekku og í hesum sambandi hevði onkur lastbilur mist nakað av nevagróti úr lastini.

Nevagrót er, sum navnið sipar til, á stødd við ein neva og ein bilførari, sum kom koyrandi eftir vegnum, varnaðist ikki grótið, og koyrdi á tað við teirri avleiðing, at hann punkteraði og felgurnar fingu skaða.

Løgreglan sigur, at tað lógu nakrir fáir steinar á vegnum, men at tey ikki vita, hvør lastbilur hevur mist teir úr lastini.

Tað verður tikið rættiliga strangt at bilar missa burtur úr lastini og tað er meiri enn so hent, at bilførarin hevur mist koyrikortið treytað, sum merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað heilt.