Fekk skaða av kanónslagi

Longu í dag hevur fyrsti álvarsligi fýrverksskaðin verið í Vojens í Danmark.

Nú nærkast tíðin, tá fýrverk fer at verða selt í handlum og hjá ymiskum feløgum kring um í Føroyum. Tað eru mong sløg av fýrverki at velja ímillum, og royndir onnur ár vísa, at tað er ikki altíð, at fýrverk háttar sær soleiðis, sum vit høvdu roknað við.

 

Longu í dag hevur fyrsti álvarsligi fýrverksskaðin verið í Vojens í Danmark, har ein ungur maður, 29 ára gamal, varð fluttur við tyrlu á Ríkissjúkrahúsið við fleiri brunasárum. Hendingin fór fram í bilinum hjá manninum, sum varð raktur. Sjálvur sat bileigarin við síðuna av føraranum, sum var ein vinmaður hansara.

 

Tá bileigarin festi í eitt kanónslag, brast tað í somu løtu. Eldur kom í bilin, og hin 29 ára gamli brendi seg í fleiri støðum kring um kroppin. Brunasárini vórðu mett at vera so ógvuslig, at maðurin varð flogin á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.

 

Sambært løgregluni slapp vinmaðurin, sum koyrdi bilin, eftir øllum at døma væl frá ógvusligu hendingini. Sambært kanningunum hjá løgregluni var tað eitt heimagjørt kanónslag, sum brast í bilinum. Nú skal kannast, hvaðani kanónslagið kom, og um talan møguliga eru um fleiri av slíkum slag.

 

Øll eiga at vita, at tað er ongantíð skilagott at gera sítt egna fýrverk burtur úr keyptum fýrverki, ei heldur burtur úr nøkrum øðrum. Slíkt kann í ringasta føri føra til álvarsliga vanlukku, sum eisini vit í Føroyum tíverri hava fleiri syrgilig dømi um.