Norðmaðurin, Robert Martinsen, hevur regluliga fiskað í Namsen seinastu 22 árini, og Namsen er ein á í Trønderlag í Noregi. Dreymurin hjá honum um at røkka "magisku" vektini, sum er ein laksur á 20 kilo, var líka við at gerast veruleiki, tá hann um dagarnar fekk ein laks, sum vigaði heili 19,7 kilo.
Soleiðis, sum norska Fiskeavisen skilir, er hesin laksurin ein av teimum størstu, sum er fingin í Namsen í hesi laksavertíðini. Eftir einari viku hevði Robert Martinsen fingið fleiri laksar, har hin størsti vigaði 12,5 kilo. Men, so uppundir endan av hesi vikuni fekk hann risastóra laksin, sum maðurin stendur við á viðheftu mynd.
Klokkan var farin ein tíma út um midnátt, tá umrøddi laksurin tók á húkin. Hann var saman við vinmanninum, Geir Tollefsen, og sjálvur heldur Robert Martinsen, at hann var róligari í støðuni, meðan hann hevði laksin á, enn vinmaður hansara var.
- Tað er ikki lygn, um eg sigi, at Geir Tollefsen, sum róði bátin, vit vóru í hesa løtu, hevði ein nógv hægri puls, enn eg hevði, tá laksurin hevði tikið.
Tá laksurin hevði verið á húkinum eina løtu, róði vinmaðurin bátin undir land, og síðan fóru teir báðir upp á land at stríðast við laksin. Sjálvur sigur hepni veiðimaðurin, at tað tók honum einar 25 minuttir, áðrenn teir fingu laksin so mikið nær landi, at teir kundu taka fongin upp á land.
##med2##
Robert Martinsen sigur, við Fiskeavisen, at alt gekk rímiliga væl - undantikið, tá laksurin eina løtu var á veg inn millum nakrar steinar. Men, tá vóru teir framvegis í bátinum, og tí kundu teir hála laksin út aftur, so hann ikki gjørdist fastur millum steinarnar.
Hóast risastóri laksurin ikki náddi "magisku" vektini, er hetta størsti laksur, sum Robert Martinsen nakrantíð hevur fingið. Við fonginum henda dagin setti hann eisini persónligt met við 300 grammum - men framvegis vantaðu tey seinastu 300 grammini til "magisku" vektina á 20 kilo.












