Danska heimasíðan - www.fiskeavisen.dk - hevur av og á onkur forvitnislig tíðindi um frítíðarfiskiveiði, og soleiðis var eisini nú um dagarnar.
Herfyri var mynd av Berti Krenz, sum umborð á bátinum, M/S Bodil hjá Per Jensen, hevði fingið eina risalongu á tráðu. Hetta er sambært heimasíðuni størsta longa, sum nakrantíð er fingin í frítíðarfisking í Danmark.
Longan, sum Berti Krenz fekk henda dagin út fyri vesturstrond Danmarkar, var 143 sentimetrar long, og hon vigaði heili 23,5 kilo, ið er tað sama sum eitt hampiligt veðrakrov.