Fekk rívu á ein tanga

Ein 60 sentimetrar long riva kom í ein tanga har frammi á Atlantic Navigator, tá skipið fór á land. Kanningar, sum froskmenn hava gjørt í dag, vísa, at Atlantic Navigator fekk eina 60 sentimetrar langa rivu í ein tanga í forpikkinum, tá skipið fór á land við Kunoyarnes í gjárkvøldið.

Hanus Hansen, reiðari, sigur við Útvarpið, at rivan verður sveisað aftur, men tað er kortini ikki greitt, um skipið skal á beding. Verður tað neyðugt, fer skipið ætlandi til Noregs í morgin, tí tað sleppur ikki á beding í Føroyum.

Umframt rivuna hevur ekkoloddið fingið nakað av skaða.