Kokkarnir hjá Koks fingu veruliga roynt seg í gjárkvøldið, tá matstovan gjørdi matin til stásdøgurðan fyri Margretu, drotning, ið Aksel V. Johannesen, løgmaður, var vertur fyri.
Umframt drotninga og løgmanni, so vóru eisini løgtingslimir, embætisfólk og onnur, ið hava verið um drotningina hesar dagarnar, boðin til stásdøgurðan í Norðurlandahúsinum.
Á matskránni hendan dagin var nógv at tí besta, ið føroyingar hava at bjóða.
Tá gestirnir komu inn í Klingruna fingu tey Fiskakips, áðrenn tey settust við borðini, har teir fyrstu rættirnir vóru Skerpikjøt á soppi, Fiskakips við bótarurtadippi og Garnatálgakeks. At drekka fingu gestirnir Crémant de Loire ”Téte en L'Air”, Frankaríki.
Í næstu umfari fingu gestirnir Tosk við vatnkarsi og Jomfrúhummara royktan við granni. Afturvið teimum báðum rættunum fingu gestirnir Riesling ”Cuvée Theo” 2015 Domaine Weinbach, Alsace, Frankaríki.
Síðan komu tveir høvuðsrættir, har tann fyrri var Ræstur fiskur og epli, og fingu gestirnir tá ølina Øl KOKS ræstur fiskur by Mikkeler afturvið.
Næsti høvuðsrætturin var Lamb við grønmeti, og varð tá ein Priorat ”Planetes” 2012 Nin y Ortiz, Spania, skonkt fyri gestunum.
Omaná fingu gestirnir rabarbur og hvíti, og fingu gestirnir tá Cóteaux du Layon 2014, Chateau de Passevant, Loire, Frankaríki, afturvið matinum.









