Fekk rós eftir tapið


- Eg havi ongantíð áður fingið so nógv rós, eftir at eg havi tapt ein dyst.
Tað sigur VB-venjarin, Ole Andersen, eftir at hansara lið tapti dystin ímóti NSÍ sunnudagin. VB hevur spælt tveir dystir í Formuladeildini í ár, og liðið hevur tapt báðar dystirnar.
- Vit eru væl við í dystinum at byrja við og eiga at koma fram um við meira enn einum máli, men so gera vit nøkur mistøk í verjupartinum, og tað kostar aftur hesaferð, sigur hann.
VB-venjarin hevur gott mót, hóast tað hevur gingið illa hjá VB/Sumba í tveimum teimum fyrstu dystunum.
- Vit mugu fáa verjupartin upp á pláss, so at vit ikki gera so nógv mistøk. Hvussu vit fara at gera tað, fáa vit at síggja, sigur Ole Andersen.