Í seinasta Sosialinum í fjør varð greitt frá tí arbeiðinum, sum Calarasi-missiónin ger í Rumenien. Her verður skipað soleiðis fyri, at tey savna saman neyðuga útgerð til eitt ávíst sjúkrahús, soleiðis at tað kann virka undir sømiligum korum.
Greinin var ein ferðafrásøgn frá eini vitjan her í fjør, tá ein fullfermdur trailari við útgerð fór ta longu leiðina suður hagar.
Greitt varð eisini frá, at ætlanin er at gera ein túr til Rumenien í vár, og líkt er til at fólk hava lisið hesa greinina.
Beinanvegin sum greinin hevði staðið í Sosialinum, fekk Thomas Juul Askham frá Calarasi-missiónini fráboðan um, at ein gevari í Danmark vildi lata teimum eina brúkta røntgu til sjúkrahúsið. Henda hevur áður verið brúkt á einum sjúkrahúsi fyri djór.
- Røntgan virkar sum hon skal. Og hinvegin, so spyr røntgen neyvan eftir, um tað er eitt djór ella eitt menniskja sum skal avmyndast, sigur Thomas Juul við einum brosi.