Norski læknin, Tormod Westvik, var ein av læknunum í toyminum av 16 læknum, sum framdu fyrstu andlitstransplantatiónina í USA. Heimsins fyrsta andlitstransplantatión varð framd á spanska universitetssjúkrahúsinum Vall d´Hebron í Barselona í april mánaða í fjør. Hin allar fyrsta partvísa transplantatiónin varð hinvegin framd í Fraklandi í 2005.
Í mars í ár framdi eitt toym við 16 læknum á Brigham and Women´s Hospital (BWH) við Harvard Universitetið í Boston fyrstu andlitstransplantatiónina í USA. Tað var her, at norski læknin, Tormod Westvik, hevði ein týðandi leiklut.
Tað tók teimum 16 læknunum meiri enn 15 tímar at geva sjúklinginum eitt nýtt andlit.
Minni enn ein mánaða eftir, at norski læknin hevði verið við til sína fyrstu andlitstransplantatión, var hann í apríl í ár eisini við í teirri næstu, og hetta var eisini í USA.
- Vit kunnu einki siga um valið av tí, sum læt andlitið, men tann, sum fekk nýggja andlitið, er hin 25 ára gamli Dallas Wiens úr Texas.
Dallas Wiens var fyri eini háspenningsvanlukku, tá hann fyri tveimum árum síðan var í holt við at mála ein kirkjuvegg.
Vanlukkan oyðilegði andlitið á honum. Eftir 22 truplar skurðviðgerðir var Dallas Wiens klárur at taka ímóti nýggja andlitinum.
- Hann fær ongantíð sjónina aftur, men nýggja andlitið er bygt upp av næsabeini, brøski, varrum, andlitshúð, vøddum og ikki minst nervum, sum fara at geva honum eina betri útsjónd, sigur norski læknin, Tormod Westvik.
Her er leinkja til heimasíðuna hjá Dallas Wiens