Fekk medalju fyri langa og trúgva tænastu

Kvartet úr ljómi setti serligan dám á hátíðarløtuna

Frígjakvøldið fekk Henry Jacobsen í Vági tænastumedaljuna fyri langa og trúgva tænastu.

Henry hevur verið heili 54 ár á sama arbeiðsplássi, á bedingini í Vági. Hann byrjaði hjá A/S J. Dahl í Vági í 1944, men kom í læru sum skipstimbrari á bedingini, sum sama felag átti, í 1947. Og har hevur hann verið síðani.

Hann fekk medaljuna á eini lítlari, men hátíðarligari samkomu á hotellinum Bakkanum í Vági fríggjakvøldið.

Umframt familjuna, vóru starvsfelagir hansara við konum komnir saman at heiðra hann.

Ein kvartet úr Ljómi- Sigmund Olsen, Arnfinn Thomassen, Karin Brattaberg og Sólgerð Thomsen- settu vín serliga dám á við tveimum sangum. Fyrst sungu tey ?Ljós yvir Landið? og síðani sungu tey ?Onki er sum summarkvøld við strendur? sum Henry sjálvur hevði valt. Aftaná fingu gestirnir eitt glas av víni, ella sodavatn og pinnamat, kransakøku og okkurt annað, søtt undir tonnina.