Fekk álvarsligar løstir

Um middagsleitið mikudagin stoyttu tveir bilar saman á Funnings- og Gjáarvegnum. Óhappið hendi beint vestan fyri Eiðisskarð.

Talan var um ein jeep og ein stóran lastbil, sum rendu frontalt saman. Sum myndin sigur fór jeepurin sera illa, og maðurin, sum var í jeepinum fekk álvarsligar løstir. Men av Politistøðini í Runavík skilst, at maðurin eftir umstøðunum livur væl.

Sagt verður eisini, at líkindini vóru tolulig, men nakað mjørka var.