- Vit høvdu sett nakrar gággurúsur av landi og út av norðrara pierinum í Skopun, eg og 4 ára gamli smádrongurin, Jaspur Ørvarodd Hentze.
Tað sigur Sniálvur Røvilsberg, ið er línumaður, sum siglir við línuskipinum Sandshavinum.
Hann helt, at hetta var ein løgin fongur og ringdi tí til in.fo í morgun at siga frá hesum.
- Vit fingu nakrar gággur í rúsurnar, og í tí eini rúsuni vóru tvær løgnar rækjur, sum eg ongantíð áður havi sæð. Rækjurnar mundu vera millum 7 og einar 10 sentimetrar til longdar.
Sniálvur Røvilsberg sigur, at hann koyrdi smádreingin heim á Sand við rækjunum, har eitt av starvsfókunum, sum starvast á Havstovuni, býr.
- Eg trúgvi, at fýra ára gamli, Jaspur Ørvarodd Hentze, man vera yngsti persónur, sum soleiðis hevur borið Havstovuni nakað úr havinum.
Hann sigur, at sjálvur er hann ikki sørt spentur eftir at vita, hvat slag av rækjum, talan her er um.
- Eg havi so ongantíð sæð slíkar rækjur áður, men eg haldi avgjørt, at talan er um rækjur, sigur Sniálvur Røvilsberg, sum tíverri ikki eigur myndir av rækjunum.
Seinni fer in.fo at fregnast hjá Havstovuni um, hvat tað í veruleikanum var, sum Sniálvur og Jaspur fingu í rúsuni henda dagin í Skopun.