Tann 68 ára gamli abbin, sum drap advokatin og særdi fyrrverandi versonin varð dømdur lívstíðar fongsul.
Eystari Landsrættur feldi í dag dóm í málinum móti 68 ára gamla manninum, sum møtti upp í rættinum 16. september í fjør og skeyt advokatin og royndi at drepa fyrrverandi versonin – sum var pápi at abbabørnum hansara.
Tann 68 ára gamli maðurin tók dómin róliga og smíltist til dóttur sína, tá hann reisti seg úr stólinum og fór at troysta hana.
Skottilburðurin fór fram 16. september í fjør. Tað var eitt rættarmál um samverurætt til abbabarnið hjá manninum, sum var fyri í rættinum hendan dagin, tá abbin møtti upp í staðin fyri dóttur sína.
Hann hevði fullmakt frá henni at møta. Dóttirin og fyrrverandi maðurin høvdu stríðst leingi og harðliga um samverurættin til felags barn teirra.
Hetta hevði havt stóra ávirkan á abban, og hann, at hann handlaði í máttloysi hendan dagin, tá hann tók byrsuna við í rættin og skeyt eftir fyrrverandi versoninum og advokati hansara.
Dóttirin greiddi í rættinum frá, at abbin hevði tikið sær hetta málið sera nær, og at fyrrverandi versonurin hevði verið sum ein sonur hjá honum.
– Fyrrverandi maki mín hevði einki samband við sína egnu familju, so hann varð skjótt sum ein sonur fyri foreldur míni, segði hon.
Men tá tað kom til einkis teirra millum – og stríðið um samverurættin fekk abban til handla í tí, sum hann sjálvur kallar máttloysi.