Fekk lestrarlegat frá Bretlandi

Dagin eftir undirskrivingina av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland var stór samkoma í Norðurlandahúsinum. Har nýtti bretski varauttanríkisráðharrin, Antony Lloyd høvi til at lata Ullu Svarrer Wang eitt legat, tað fyrsta av sínum slag, sum er latið føroyingi.

Talan er um lestrarstyrk til framhaldandi lestur í Bretlandi.

Ulla Wang, sum í dag starvast á Fiskimáladeildini hjá landsstýrinum, ætlar sær at brúka lestrarstyrkin til at lesa altjóða rætt og samstarv. Talan er um framhaldsleystur á universiteti í Bretlandi. Lesturin tekur eitt ár.

Í samrøðu við Dag og Viku hóskvøldið segði Ulla Wang, at tað er ein stórur heiður fyri seg at hava fingið henda lestrarstyrkin og vónar hon, at hon kann gera nyttu framyvir fyri sín arbeiðsgevara, Føroya landsstýri og fyri føroysku tjóðina, tá hon kemur aftur.

Lestrarstyrkurin er uppá umleið 100.000 kr. Herfyri vórðu lýsingar í føroysku bløðunum um henda lestrarstyrk og var Ulla Wang tann hepnasti umsøkjarin.

Tá Antony Lloyd handaði legatið til Ullu Wang í Norðurlandahúsinum mikudagin segði hann seg frøðast um at kunna fáa eina føroyska kvinnu til Bretlands, men at hann skuldi gera alt sum stóð í hansara makt fyri at fáa hana aftur til Føroya at tæna Føroyum.

Ulla Svarrer Wang, sum er 33 ára gomul, er fulltrúði í Fiskimálastýrinum. Hennara starvsøki er fiskvinnusamráðingar og fiskivinnumál. Hon er útbúgvin civ-ilverkfrøðingur í fiskivinnutøkni á lærda háskúlanum í Ålborg.