Mánadagin viðgjørdi Føroya rættur eitt mál um endurgjald móti løgregluni, fyri at av órøttum hava lagt hald á eina postsending hjá manninum.
Tað var í samband við eitt tiltak hjá áhugafelagnum 420 Hampafólk, at løgreglan dagin fyri tiltakið legði hald á ein pakka til ein av fyrireikarunum. Posta hevði illgruna um, at talan var um rúsevni og fyribils kanningarnar hjá løgregluni vístu tað sama.
Í pakkanum vóru fleiri bongir, tó rúsfríar, sum maðurin ætlaði at selja sum stuðulslutir fyri 420 Hampafólk. Hesar bongirnar vóru gjørdar úr ymiskum urtum, tó skuldu eingi ólóglig rúsevni vera í teimum.
Kanningarnar hjá løgregluni góvu henni tó illgruna um, at talan ikki var um rúsfríar bongir og pakkin varð tí sendur til Danmarkar til nærri kanningar.
Í Danmark vísir tað seg tó, at einki rúsevni er í bongunum. Kanningararbeiði verður tí slept, og bongirnar verða útflýggjaðar til mannin. Tá var tiltakið hjá 420 Hampafólk tó langt síðani yvirstaðið, so maðurin fekk ikki selt bongirnar.
Hann hevur síðani lagt sak móti løgregluni fyri at hava lagt hald á bongirnar, har hann biður um 20.000 krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku. Maðurin heldur, at løgreglan eigur at taka ábyrgd fyri, at hon av órøttum legði hald á pakkan og kostaði honum møguleikan at selja bongirnar. Eisini vil maðurin vera við, at hetta varð gjørt fyri at oyðileggja umdømi sítt og tað hjá 420 Hampafólk, og at hetta eydnaðist lutvíst. 420 Hampafólk nærum syndraðist komandi tíðina. Fíggjarliga kom felagið eisini í óføri av mistu inntøkunum.
Løgreglan vil á síni síðu vera við, at hon hevði orsøk at leggja hald á pakkan. Fyribils royndirnar søgdu, at cannabis var í pakkanum, og tí hevði løgreglan ein grundaðan illgruna um, at lógin um rúsevni varð brotin. Tí gjørdi hon tað einasta rætta, tá hon sendi pakkan til víðari kanningar í Danmark.
Hetta málið bleiv so roynt í rættinum mánadagin, men í dóminum, sum varð kunngjørdur í dag, frífinnur dómarin løgregluna.
Dómarin valdi stutt og greitt at vísa á, at tað ikki var maðurin, sum skuldi søkja um endurgjald, men felagið. Felagið var móttakari á pakkanum og um nakar hevði liðið tap, so var tað felagið.
Óvist er, um felagið nú hevur rætt at søkja um endurgjald, tí freistin í slíkum førum er 60 dagar. Løgreglan legði hald á pakkan 19. apríl 2013, og útflýggjaði hann aftur 19. juli 2013.