Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskar ungdomsbøkur koma út, men í vikuni kom ein, og høvundurin eitur Birgit Arge.
Birgit Arge er lærari, og síðan 1. august hevur hon verið varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.
Tað er ikki so langt síðan, at Birgit fór at royna seg við at skriva.
Tað byrjaði við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags eitti á hana og Lydiu Didriksen, sum eisini er lærari, um at skriva tvær skúlabøkur, og tað hava tær gjørt.
Fyrraárið var Birgit á ársskeið fyri lærarar, og har fingust tey m.a. við at tulka ævintýr.
Bitin av ævintýrum
- Tað var frá ævintýrunum, eg fekk hugskotið til søguna. Meira vit lósu av ævintýrum, meira bitin var eg av teimum, og eg helt, at her var nakað, ið kundi brúkast til eina søgu, sigur Birgit.
Meðan hon var á ársskeiðnum, var hon minni bundin um kvøldið, enn hon er, tá hon arbeiðir sum lærari, og tá fekk hon so stundir til at seta seg í friði og náðum um kvøldið at skriva. Tað er nakað, hon í fleiri ár hevur ynskt sær.
Ein roynd
- Eg helt, eg skuldi royna at skriva eina ungdómsbók, eisini tí øll altíð klaga um, at so fáar føroyskar ungdómsbøkur koma út.
Bókin eitur ?Sundur og saman? og er um ein heilt vamligan drong, sum býr í einum vanligum heimi, men drongurin hevur kortini sínar trupulleikar.
- Eg royni at fortelja, at tað nýtist ikki vera nøkur ávís orsøk til, at ung hava trupulleikar. Tað kann vera ein trupulleikki í sær sjálvum at vera 15 ár. Tað, sum hendir, kann vera nokkso tilvildarligt, alt kann ikki forklárast, og gera tey okkurt galið, nýtast tey ikki vera ring menniskju fyri tað.
Birgit letur drongin sjálvan siga søguna.
Í Hoyvíkar skúla ganga næmingarnir bara upp í 7. flokk, og so eru ikki næmingar í tí skúlanum, hon hevur sum fyrimynd.
Ikki endurminningar
- Eg havi ikki havt nøkur ávís fólk í huganum, tá eg skrivaði søguna, og eg skrivi ikki um nakað, sum eg sjálv ella míni hava upplivað. Men eg eigi sjálv fleiri børn, nógv børn hava altíð verið inni hjá okkum, og eg haldi meg vita so nøkulunda, hvat bylgist í teimum.
- Tað gerst ikki við, um vaksin ikki tíma at lesa bókina, men eg vóni, at tey ungu tíma, og eg havi eisini gjørt mær ómak við at skriva soleiðis, at tey ungu skuldu kunnað kent seg aftur í málinum.Onkur fær kanska ilt av orðavalinum, men tað verður harvið, tí eg havi lagt meg eftir at brúka teirra mál.
Tað hevur tikið sína tíð at skriva hesa bókina, og hon hevur skrivað um aftur og um aftur, og óivað kundi okkurt verið betri, men einaferð noyddist hon at steðgað.
Ikki eru tey nógv, sum skriva ungdómsbøkur, og eru tær um nútíðina, fer tíðin nokkso skjótt frá teimum.
- Eg kann nevna, at eg hevði skrivað, at tey fóru heim á døgurða, men so varð døgurðatímin avtikin, og eg noyddist at broyta tað brotið.
Hug at skriva meira
Birgit veit ikki, um vit kunnu vænta fleiri ungdómsskaldsøgur frá henni, men hon hevur okkurt evni í huganum til eina aðra ungdómsbók, og hon er eisini biðin um at gera eina skúlabók aftur.
Birgit sigur, at fleiri hava stuðlað henni, hjálpt við at lesa í gjøgnum, m.a. børnini, hava eggjað og gera viðmerkingar, og tað hevur verið gott. Nú bíðar hon spent, hvussu bókin verður móttikin.