Tað var ikki nakar píningur av eini havtasku, sum 37 ára gamli norðmaðurin, Frank Rune Kopperud, fekk í garnið ein dagin herfyri. Havtaskan vigaði nevniliga 230 pund - ella sum ein stórur kalvi.
Sjálvur sigur maðurin, at havtaskan var líka stór sum ein vaksin maður - og tyngri enn menn flestir.
- Eg hevði ongan møguleika at fáa fiskin upp í bátin einsamallur, so eg mátti sleipa hann til lands. Har vóru vit fýra mans, sum fingu havtaskuna upp á bryggjuna, sigur Frank Rune Kopperud við NRK.
Hann leggur aftrat, at hetta er størsti fiskur, hann nakrantíð í lívinum hevur sæð. Havtaskan varð veidd í gørnum, sum stóðu á einans fimm metra dýpi.
Bara høvdið á havtaskuni, sum norðmaðurin, Frank Rune Kopperud, fekk í gørnini hendan dagin, vigaði 128 pund.
Havtaskan var 180 sentimetrar long og ein góðan metur breið.
Sagt verður, at gamla heimsmetið fyri havtasku er frá februar í 2010. Tá fingu norðmenninir, Kåre Haugland og John Arne Mostraum, eina havtasku í gørnunum, sum vigaði 99,4 kilo - ella 198,8 pund.
Havtaskan, sum Frank Rune Kopperud fekk hedan dagin, vigaði heili 230 pund og er soleiðis heimsins størsta.