Fekk heilivág og brennivín inn í klivan

Slobodan Milosevic fekk javnan annan heilivág, enn læknarnir høvdu givið honum

Líkskoðanin av Slobodan Milosevic vísti, at hann doyði av einum hjartatilburði, men samstundis avdúkaðu blóðkanningar, at hann hevði tikið annan heilivág enn tann, sum læknarnir høvdu sagt, at hann skuldi fáa.
Men tað kemur ikki óvart á øll. Keldur í dómstólinum í Haag siga við tíðindastovuna AP, at fongslið hevði fyrr kunnað dómstólin um, at tað kundi veita trygd fyri heilsuni hjá Milosevic, tí hann fekk javnan annan heili­vág og brennivín inn í kliv­an. Keldurnar, sum ikki vilja leggja navn til, siga, at hóast hesar upplýsingarnar frá fongslinum gjørdi dóm­stólurin einki fyri at steðga tí.
Sonur Milosevic, Marko, endurtók í gjár, at pápin fekk ikki ein náttúrligan deyða, men at hann bleiv myrdur.