Fekk heiðurstekin frá Tórshavnar Býráði

Hon hevur verið á Sankta Frans Skúla í 34 ár og 11 mánaðir

Ingunn Absalonsen, skrivari í Sankta Frans Skúla, hevur nú lagt frá sær aldur. Og tað ger hon eftir ein mansaldur á skúlanum, tí tað var longu í 1988 at hon kom á skúlan. So nú, tann fyrsta februar, legði hon frá sær eftir 34 ár og 11 mánaðir á skúlanum.

 

Og í hesum sambandi fekk hon heiðurstekin í silvuri frá Tórshavnar Býráði. Skrivarin í einum skúla er ein týdningarmikið persónur, tí tað er ofta skrivarin, sum er fyrsta sambandi við skúlan, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá ið hann handaði henni heiðursteknið.

 

Umframt at vera skrivari hevur hon eisini verið virkin í kvinnurenningini og fólkaheilsurenningini. Borgarstjórin segði, at hon er eisini kend fyri at vera ansin og nærløgd. Eitt nú syrgdi hon fyri at lærarar avlevera bókalistan, karakterbløð og annað til tíðina.