Fekk harða revsing fyri at koyra svakt í Havn

Ungur bilførari skal í geglið, fær bót og missur koyrikortið

Ein ungur bilførari, sum ikki hevði havt koyrikortið serliga leingi, hevur nú fingið harða revsing fyri ikki at duga sær hógv í ferðsluni.

 

Løgreglan tók hann fyri at koyra svakt í Havnargøtum og tá ið blóðroynd varð tikin av honum, vísti tað seg, at hann eisini var dýrandi fullur.

Tað var eitt leygarkvøld á heysti í 2013, at hann drakk seg fullan og fór at koyra bil. Tað fyrsta hann gjørdi var at hann koyrdi á ein brandkrana, men rýmdi av staðnum, uttan at boða løgregluni frá óhappinum.

 

Men á sama biltúri koyrid hann eisini við lutfalsliga nógvari ferð í miðbýnum í Havn og har mátti eitt fólk, sum var á veg tvørtur um vegin, leypa fyri lívinum undan bilinum, tí bilførarin hvørki steðgaði á, bremsaði, ella snaraði bilinum fyri at sleppa frá at koyra fólkið til gongu, yvir.

Blóðroyndin vísti, at maðurin hevði minst 2,37 promillu í blóðinum og sostatt var hann dýrandi fullur.

 

Maðurin viðgekk at hann hevði koyrt fullur, men vildi ikki viðganga at hava sett lívið og heilsuna á fólkinum til gongu, í vanda, tí tað minist hann ikki.

Kortini varð hann dømdur sekur tískil varð hann dømdur at fongsulsrevsing í 60 dagar.

Harumframt fær hann eina bót á 3.000 krónur, og harafturat missur hann koyrikortið í trý og eitt hálvt ár.