Ein 33 ára gamal maður fekk í gjár í Føroya rætti sjey mánaða fongsulsrevsing fyri harðskap.
Tað var ein hending í viðarlundini í Havn í august, at hesin maðurin fór við knívi eftir einum øðrum manni.
Tann 33 ára gamli maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan hendingina.
Føroya rættur gjørdi restina av dóminum treytaða við tvey ára royndartíð. Maðurin varð tí latin leysur, tá ið dómurin var fallin.









