Fekk góðan prís fyri hýsuna

Nógv tað mesta av fiskinum, sum Fiskamarknaðurin seldi í gjár, var toskur, men tað var hýsan, sum fekk tann betra prísin.

Línuskipið Stapin, sum hevur roynt norðanfyri, hevði 100.000 pund, tað mesta toskur, men eisini eini 15.000 pund av hýsu. Teir settu meðalprísin á hýsuni til 14,37 krónur fyri kilo, men tá uppboðið var liðugt, høvdu keypararnir bjóðað 17,67 krónur í meðal.

 

Fyri ta stóru hýsuna fekk Stapin 17,67 krónur, hýsa II fór fyri 17,44 krónur, og fyri hýsu III fingu teir 18,31 krónur. Hægsta boð upp á hýsuna var 20,60 krónur. Til samanberingar kann nevnast, at hægsta boð upp á tosk á marknaðinum í dag var 16,00 krónur.