Fekk forboð fyri at koyra víðari

Tað varð ein dýr søga hjá einum bilførara, at hann ikki dugdi sær hógv

Í gjár tók løgreglan ein bilførarar við Gøtugjógv fyri at koyra ov skjótt. Har er loyvt at koyra 50, men hesin bilførarin koyrdi alt ov skjótt, tí mátarin hjá løgregluni fór heilt upp á 93 kilometrar um tíman, og sostatt koyrdi hann næstan tvær ferðir so skjótt, sum loyvt er.

 

Tað merkir, at bilførarin fær koyriforboð og mátti lata bilin standa. Hann sleppur sotatt ikki at koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið aftur - og afturat tí fær hann 6.000 krónur í bót.

 

Annars tók løgreglan fimm bilførarar norðan fyri tí at teir tosaðu í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.