Ein 32 ára gamal indari, Rajesh Maru, doyði á ein ólukkuligan hátt, tá hann eftir øllum at døma varð "drigin” inn í ein MR-skannara á Nair sjúkrahúsinum í Mumbai í India.
Vanlukkan hendi, meðan hann var á sjúkrahúsinum og vitjaði ein í familjuni, sum lá á sjúkrahúsinum og hesa løtu skuldi í skannaran. Tað eru fleiri altjóða miðlar, sum bera hesi tíðindi, eitt nú Times Now, Washington Post og Telegraph.
Tað var, tá hin 32 ára gamli kom inn í rúmið, har MR-skannarin er og hevði ein sonevndan iltsylindara í hondini, at vanlukkan hendi.
MR-skannarin var tendraður, og ómetaliga sterka magnetiska økið í skannaranum dróg mannin við iltsylindaranum til sín og meiðslaði hann so álvarsliga, at tað seinni kostaði honum lívið.
Hondin á Rajesh Maru gjørdist føst í skannaranum, kroppurin á honum hovnaði, og hann fekk ikki snakkað.
Fleiri í familjuni hjá indaranum sótu uttan fyri skanningarrúmið, tá vanlukkan hendi. Tey siga, at maðurin illa meiðslaður og bløðandi varð fluttur á skaðastovuna, men doyði seinni av løstunum.
Sambært altjóða miðlum hevur sjúkrahúsið sýtt fyri at taka ábyrgd av vanlukkuni, men eftir trýsti frá avvarðandi hevur leiðslan sagt fólkinum úr starvi, sum eftir øllum at døma hevði givið Rajesh Maru iltsylindaran.
Lagt verður aftrat, at løgreglan kannar vanlukkuna, og sum lið í kanningini hava tey fingið vakmyndir frá Nair sjúkrahúsinum í Mumbai.










