Tað var leygarnáttina, at ein ungur maður framdi harðskap móti einum løgreglumanni, sum ikki var til arbeiðis, í miðbýnum í Havn.
Maðurin bleiv um vikuskiftið varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar, og í morgun var málið tikið upp til dóm í Føroya Rætti. Endin var, at maðurin fekk 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskapin.
Enn er ikki greitt, um maðurin fer at kæra dómin til Landsrættin.