Skiparin á Costa Concordia, Francesco Schettino, sigur nú, at hann fekk boð frá reiðarínum Costa Cruises um at sigla nær landi, og tað váttar ein telefonsamrøða millum skiparan og ein ókendan mann, sum eitur Fabricius. Tað er blaðið La Republica, sum hevur fingið fatur á einari upptøku av samrøðuni.
-Skerið var har, men tað sást ikki á brúnni, so eg sigldi tann vegin fyri at gera, sum reiðaríið vildi hava meg at gera, sigur skiparin í telefonsamrøðuni.
Sambært La Republica er tosaði Schettino við Fabricius, eftir at hann var tikin og settur í varðhald, men skiparin visti ikki, at samrøðan bleiv avlurtað. Sum skilst hevur ákæruvaldið eisini váttað, at samrøðan er ektað.
Francesco Schettino er framvegis skuldsettur fyri óviljað manndráp. 16 fólk eru funnin deyð eftir vanlukkuna við Costa Concordia, og onnur 16 eru ikki komin afturíaftur.