Í gjár fekk løgreglan boð um, at ein maður sveimaði í flogskíggja í Sørvági. Hann sveimaði uppi yvir fjørðinum við syðra landið.
Sum heild er einki í vegin fyri at sveima í flogskíggja, men í hesum føri var ólukkan tann, at hann var ov nær flogvøllinum, við tað, at hann sveimaði meiri og minni í flúgvarlinjuni hjá flogførunum, sum lenda í Vágum ella sum fara avstað.
– Tað er eitt lógarkrav at hann skal halda seg minst átta kilometrar frá flogvøllinum, sigur løgreglan. Hesin var nógv nærri enn tað, so og sostatt fær hann bót fyri at hava verið ov nær flogvøllinum, sigur løgreglan.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Tað var rættiliga nógv fólk í býnum og tað vóru eisini nógv løgreglufólk í býnum. Nakrar ferðir fekk løgreglan lagt upp í, har fólk komu til ilnar og fingu sostatt forða fyri, at skaði stóðst av.
Løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra við kenning og annars gjørdu tey grein 13 kanningar, har fleiri bilar vórðu steðgaðir og kannaðir at vita um teir vóru í tí standi, teir skulu vera í, eftir forskriftunum. Og tað vóru teir allir samlir, sigur løgreglan.