Filmurin, Mike Day, hevur havt í hyggju at gera um føroyska mentan, føroyska veiðimentan og føroyskan mat, er nú komin nógv nærri verðurleikanum.
Kravið var, at tað eydnaðist honum at savna 300.000 krónur verkætlanina. Kláraði hann ikki tað, misti hann eisini allan annan stuðul hann hevði fingið.
Og nú, slakar fimm tímar, áðrenn evsamark, eydnaðist at røkka málinum og beint nú hevur hann enntá fingið slakar 9.000 krónur meiri enn hann setti sær fyri.
Men leingi sá svart út, tí fyri eini viku síðani manglaði hann meiri enn helvtina og í gjár manglaði restaðu framvegis 80.000 krónur í.
Men síðani hevur gingið skjótt. Í morgun manglaði 30.000 krónur í, men tær eru so fingar til høldar.
Teir pengarnir skulu brúkast til klippingina, týðingina, til at leggja leggja ljóð og tónleik í filmin, og annað
Mike Day sigur, at hóast hann nú hevur útvegað 300.000 krónur, er ikki heilt liðugt, tí framvegis verður tørvur 700.000 krónum til aðrar útreiðslur í sambandi við filmin
Talan er um ein film upp á 90 minuttir um føroysk viðurskifti og tey, sum hava sæð hann, siga, at hann lýsir væl okkara viðurskifti.
Tað var í 2010, at Mike Day fór undir verkætlanina og hesi seinastu fýra árini hevur hann brúkt til at taka upp í.
Enn er óvist nær filmurin verður liðugur.
Síggj ein brellbita um filmin við at Trýsta HER